Uttanlands

Danmark ger stórar váðafúsar íløgur í menningarlond

Danmark leggja góðar 20 milliardir krónur afturat til menningarlond til frama fyri umhvørvið og fátækardømið

Hetta kunngjørdi Mette Frederiksen mánadagin á aðalfundinum hjá ST, sum varð hildin í New York (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta kunngjørdi Mette Frederiksen mánadagin á aðalfundinum hjá ST, sum varð hildin í New York (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-19 16:28 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Mánadagin kunngjørdi Mette Frederiksen, at Danmark ger stórar váðafúsar íløgur í menningarlond. Hetta var, tá forsætisráðfrúan var á aðalfundinum hjá ST, sum varð hildin í New York.

Upphæddin fer grundleggjandi til íløgugrunnin fyri menningarlond (IFU). Kapitalurin hjá íløgugrunninum veksur sostatt frá 15,6 milliardum til 35 milliardir í 2030.

Tankin er, at hetta skal geva avkast um nøkur ár. Hetta gevur donskum fyritøkum møguleikan fyri at framleiða varðandi orku og orkueffektivitet í menningarlondunum.  

Dan Jørgensen, ráðharri í donskum umhvørvismálum, sigur, at um íløgur skulu gerast í menningarlond, skal tað helst gerast á ein grønan hátt. Tískil er hetta eitt av málunum hjá dønum við íløguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder