Seinasta samdøgrið eru 169 tilburðir av covid-19 skrásettir í Danmark. Tað er hægsta talið á smittaðum eitt samdøgur síðani 27. apríl. Í gjár var talið 136.
Av teimum 169 tilburðunum eru 79 skrásettir í Aarhus. Í gjár var talið á smittaðum í Aarhus 68.
Í Ringsted eru eisini skrásettir nógvir tilburðir seinastu dagarnar. Har hevur sláturvirki Danish Crown latið aftur, orsaka av nógvum tilburðum millum starvsfólkini. Tilsamans hava 142 av starvsfólkunum á Danish Crown fingið staðfest koronavirus.
Seinastu vikurnar hevur verið ein týðiligur vøkstur í talinum á smittaðum í Danmark. Í viku 30 var talið á smittaðum 247, í viku 31 var tað 494, meðan talið veðrur enn hægri í viku 32, sum ikki er av enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald