Í Danmark hevur verið rættiligur ruðuleiki viðvíkjandi kirkjugongdini í Danmark í dag. Jólaaftan er vanliga tann dagurin, tá flestu danir fara í kirkju. Tað eru nógvir limir í fólkakirkjuni í Danmark, sum bert eru í kirkju ein dag um árið, og tað er jólaaftan.
Fyri nøkrum døgum síðani tók danski kirkju- og mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, avgerð um, at hóast danska samfelagið næstan alt skuldi steingjast um jólini, so skuldu tað framhaldandi haldast gudstænastur í Fólkakirkjuni jólaaftan.
Men henda avgerðin var í prinsippinum kolldømd, tá danska heilsuráðið – Sundhedsstyrelsen – í gjár boðaði frá, at gudstænasturnar hægst máttu vera 30 minuttir.
Eftir hesa fráboðanina ljóðaðu boðini frá landsins biskuppum, at so var líka so gott at avlýsa gudstænasturnar, og teir heittu á kirkjufólk um heldur at uppliva jólagudstænastuna í sjónvarpinum.
Sostatt er tað eitt sindur ymist, hvussu kirkjurnar hava hildið dagin í dag.
Fleiri hava avlýst, fleiri halda gudstænasturnar eftir teimum koronaforskriftum, sum vórðu sendar út, og aðrar hava flutt gudstænastuna út um kirkjuna.
Eitt nú í Tved á Fjóni. Har høvdu tey skaffa ein 16 metra breiðan stórskíggja, so at kirkjufólkið í tryggari frástøðu og undir fríum himni kundu vera við til árligu jólaaftansgudstænastuna.
Kirkjan hevði enntá fingið til vega eina kavakanón, so at kirkjufólkið kundi uppliva eitt sindur av eyka jólastemningi eisini.
Í Blovstrød norðan fyri Keypmannahavn, halda tey gudstænastur, sum ætlað. Har verða fleiri gudstænastur í allan dag við avmarkaðum kirkjufólki, og so hevur kirkjan fingið til vega eina serliga luftreinsingarskipan, sum skal skifta inniluftina út millum gudstænasturnar.
Mælt verður til, at hægst 24 fólk kunnu vera í kirkju í senn. Men um fólkið ikki syngur, men murrar til sangin, so kunnu vera 48 inni í senn.
Her heima er - sum kunnugt - ongin kirkjugongd í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald