Uttanlands

Danmark herðir koronatiltøkini

Verða hesaferð serliga vend móti náttarlívinum í Keypmannahavn

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-09-15 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, boðar frá á sosialu miðlunum í dag, at nýggjar herðingar eru á veg í Danmark fyri at støðga spjaðingini av korona.

Hetta hendir eftir at donsku smittutølini eru vaksin í eina tíð.

- Smittan er á høgum støði. Talið av innleggingum er økt. Seruminsstituttið ávarar um, at vit eru í byrjanini til eina nýggja bylgju, skrivar Mette Frederiksen.

Herðingarnar, sum koma upp á tal, verða galdandi fyri Keypmannahavnarøkið. Og tær verða serliga vendar móti náttarlívinum.

Kære alle. Et par ord om corona. Smitten er på et højt niveau. Antallet af indlagte er steget. Seruminstituttet advarer...

Posted by Mette Frederiksen on Týsdagur, 15. September 2020

Kallað er inn til tíðindafundar nú um middagsleitið um koronastøðuna, har heilsumálaráðharrin og løgmálaráðharrin eisini vera við.

Í gjár vórðu staðfest 347 nýggj smittað í Danmark. Tvey afturat eru deyð við smittuni og trý løgd inn á sjúkrahús. Hetta var fimmti dagur á rað við meira enn 290 nýggjum smittaðum, skrivar tv2.dk. 

placeholder
placeholder