Uttanlands

Danmark herðir savningarbannið í 18 kommunum

Verður galdandi fyri Odense og so Keypmannahavn og 16 kommunur kring høvuðsstaðin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-09-07 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin setir nú í verk herd krøv fyri hvussu nógv fólk sleppa at savnast. Hetta verður gjørt í 18 kommunum, har talið av koranasmittaðum er hækkað hesar seinastu dagarnar.

Talan er um Keypmannahavnar kommunu, 16 komunur kring Keypmannahavn og so Odense kommunu.

Her verður hægsta talið av fólkum, sum sleppa at savnast, sett niður frá 100 til 50. Eisini verða avmarkingar settar fyri upplatingartíðunum á matstovum og skeinkistðum, sum skulu steingja seinast á midnátt. Í løtuni hava tey loyvi at hava opið til klokkan 2 skrivar dr.dk.

Krøvini fáa løgfrøðiligt gildi frá mikudegnum 9. september at rokna, men heilsumyndugleikarnir heita á borgararnar um longu nú at taka krøvini til sín.

Í løtuni eru 40 smittað pr. 100.000 borgarar í Keypmannahavn. Talið av smittaðum í Danmark yvirhøvur, hevur hesa seinastu vikuna ligið á hægsta støðinum síðan í vár.

Tað eru funnin nýggj smittað í 82 av teimum 98 kommunum í Danmark. Harvið er smittumyndin broytt munandi í mun til í summar, tá fleiri kommunur ikki høvdu nakran smittutilburð í fleiri vikur.

Stórt uppmerksemi hevur verið um smittustøðuna, serliga í Odense hesa seinastu tíðina, har fleiri eru smittað í sambandi við, at lesnaðurin á hægri lærustovnum byrjaði aftur.

Yvir 1.000 læraralesandi eru send heim, og flytbarar kanningarstøðir eru sendar út á útbúgvingarstovnarnar. Seinast samdøgrið vórðu 19 nýggir tilburðir funnir í Odense.

Í Keypmannahavn og kommunum rundanum, er talið eisini hækkað meira enn aðra staðni í landinum.

Har kanna tey nú, um spjaðingin hendir í serligum umhvørvum.

- Tað eru fleiri ung, ið verða smittað, sigur Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, sum mælir ungum til at lata vera við at halda stórar veitslur. Løgreglan hevur fleiri ferðir hesa seinastu tíðina verið send út fyri at støðga sokallaðum pirat-veitslum.

Sambært Statens Serum Institut er tað serliga ung og yngri vaksin, ið verða rakt í hesi nýggju koronabylgjuni. Smittan tykist serliga at spjaða seg til privatar veitslur og í sambandi við frítíðarvirksemi, verður sagt.

Umframt Odense og Keypmannahavn eru hesar kommunur umfataðar av herðingini: Albertslund, Ballerup, Brøndby, Dragør, Frederiksberg, Gentofte, Gladsaxe, Glostrup, Herlev, Hvidovre, Høje-Tåsstrup, Ishøj, Lyngby-Tårbæk, Rødøvre, Tårnby og Vallensbæk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder