Uttanlands

Danmark: Hitabylgja á veg

Frá í morgin og fram til leygardagin verða upp ímóti 30 hitastigum, og í summum støðum verður heitari

2019-07-23 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frank Nielsen frá DMI sigur, at í hitabylgjuni verða 30-32 hitastig í ymsum støðum. Talan er um hita - eina hitabrúgv - ið kemur úr Týsklandi, og sum saman við høgu sólini ger, at tað verða nakrir serliga heitir dagar í Danmark.   

Tað er serliga á Vestur- og norðursæland, og í fleiri pørtum á Jútlandi, at fólk fara at merkja nógva hitan: Har tað ikki kemur uppá 30 stig ella hægri, fer tað at ligga á áleið 25 hitastigum. 

Sambært Frank Nielsen eru danir hepnir at hava nógv vatn rundanum seg. Um hetta ikki var so, og tað var eins og ymsastaðni, har tað er stórt øki av fastlandi, so hevði hitin komið uppá heili 40 gradir ymsastaðni í landinum.

Væntandi verður hitabylgjan av leygardagin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder