Staðfest er nú, at maðurin sum í dag varð innlagdur á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus, ikki er smittaður við coronavirusinum.
Hetta upplýsir danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld, skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.
Maðurin varð innlagdur tí hann hevði fepur, hosta og sjúkueyðkenni av lungnabruna.
Á sjúkrahúsnum tóku tey eina roynd, sum Statens Serum Institut hevur kannað. Og nú er greitt, at maðurin ikki er smittaður við sjúkuni
Innlagdi maðurin kom til Danmarkar sunnudagin úr Hubei-økinum í Kina.
Fyrsti tilburðurin av smittuni var staðfestur í kinesiska bbýnum Wuhan í desember í fjør. Síðani tá eru 4500 fólk í Kina eru smittaði við sjúkuni, og sambært BBC eru 100 fólk deyð av sjúkuni.
Tilburðir eru staðfestir í Fraklandi og Týsklandi, har fýra fólk eru smittaði.
Les eisini: Fepur, hosti og leyst lív: Her eru sjúkueyðkennini av coronavirusinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald