Uttanlands

Danmark keypir álopsrakettir, sum røkka til Russlands

Talan er um eitt paradigmuskifti í donsku verjuni, sum higartil einans hevur miðsavnað seg um at verja seg móti álopi uttanífrá.

Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, fer at kunna um keypini seinnapartin (Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, fer at kunna um keypini seinnapartin (Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix)

2026-10-22 11:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark er í holt við at keypa eina heilt nýggja álopsvápnaskipan til danska herin. Hetta inniber álopsrakettir, sum kunnu bumba mál í Russlandi.

Tak skrivar danska TV2 í dag. Sambært upplýsingunum hjá sjónvarpsstøðini er talan um keyp fyri fleiri milliardir krónur av álopsrakettum frá tveimum ymiskum veitarum.

Talan er um norsk-amerikanskt framleiddu 'Joint Strike Missiles', ið kunu setast á F-35-flogførini.

Harafturat skulu rakettir keypast frá einum meira ókendum amerikanskum framleiðara, Covenant.

Hetta gevur Danmark møguleika fyri at brúka álopsvápn.

Danska stjórnin hevur fyrr kalla tað fyri eitt paradigmuskifti, nú danska verjan er før fyri at raka mál langt inni í Russlandi. Higartil hevur danska verjan miðsavnað seg um at kunna standa ímóti álopi uttanífrá – ikki sjálv at vera áloypari.

Danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, fer at halda tíðindafund seinnapartin. Hann verður klokkan 14.30 okkara tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder