Nógv strong tiltøk vórðu sett í verk í Danmark beint undan jólum, og tey allarflestu av teimum eru enn galdandi. Tað eru bert matvøruhandlar og apotek, ið eru opin, og tey flestu av teimum vaksnu arbeiða og eri í skúla heimanfrá, umframt øll frá 5. flokki og uppeftir. Tað ber ikk iti lat fara í handilsmiðstøð, venjingarmiðstøð, til hárfríðkan o.s.fr.
Bretska frábreðgi hevur verið ein hóttan, síðani tað kom til Danmarkar tíðliga í vetur. Tað heldur fram at gera um seg, og nú er kontakttalið yvirhøvur í Danmark 1,14. Hetta merkir, at tíggju fólk við koronusmittuni í miðal smitta tíggju onnur og 100 smitta 114 onnur.
Í seinastu viku var kontakttalið 0,7. Talið av tilburðum er als ikki líka høgt sum fyri jól, men tað eru størri sannlíkindi fyri, at ein sum verður smittaður smittar víðari. Orsøkin er frábregði, ið smittar mundandi verri. Tað framgongur ikki í tølunum, hvat kontakttalið er fyri sokallaða B117, men tað er helst eingin ivi um, at tað er tað salgið, ið hálar talið uppeftir.
Bert 366 fólk fingu staðfest koronusmittuna seinasta samdøgrið, sambært Statens Serum Institu, og talið av innløgdum fall frá 400 til 371. Tað er tað lægsta síðani 12. desember. 74 av hesum 371 eru á inntensivu deild - 53 fáa sín andadrátt ígjøgnum ein respirator.
Nýggjastu koppsetingartølini vísa, at yvir 200.000 nú eru koppsett fyri koronu í Danmark. 201.966 danir - tað svarar til 3,4 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald