2023-12-30 15:00
Ein kvinna í Næstved bleiv í gjár, fríggjadagin, skotin. Løgreglan í Suðursælandi og Lolland Falster hevði í hesum sambandi úr at gera, við at avgreiða málið.
Tíðliga seinnapartin bleiv ein 20 ára gamal maður handtikin, og ákærdur fyri at hava framt eina drápsroynd. Løgreglan tykist at hava tamarhald á støðuni, og hevur ikki vahugan av, at tað eru fleiri menn drignir at málinum.
Tað skrivar Berlingske.
Kvinnan, sum bleiv rakt av einum skoti, bleiv flutt á Ríkissjúkrahúsið. Støðan hjá kvinnuni verður ikki upplýst nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald