
Seinasta samdøgrið eru 787 nýggir koronutilburðir staðfestir í Danmark. Talið hevur verið støðugt seinastu tíðina, men tað jaliga nú er, at talið av innløgdum fellur. Í løtuni eru 196 fólk við koronu í Danmark innløgd. Hetta er tað lægsta talið í yvir fýra mánaðir - ikki síðani 9. november hava færri enn 200 fólk verið innløgd.
Tað hevur verið ein harður vetur fyri danir, har avmarkingarnar hava verið nógvar. Bretska frábrigdi gjørdi sína innrás í januar, og nú eru eisini 34 tilburðir av suðurafrikanska frábrigdinum staðfestir.
Tað gongur tó rætta vegin, og í løtuni er samráðingarnar í gongd millum floksleiðarar og Mette Frederiksen um tilgongdina við at lata samfelagið meira upp. Statens Serum Institut er eisini í løtuni í gongd við at rokna út, hvørja ávirkan tað kann hava at lata ymsar partar upp.
Andstøðan, og serliga vinstraflokkurin, hava funnist at forsætisráðharranum og stjórnini, fyri at lata alt ov seint upp aftur. Fólkaheilsan og búskapurin hava tað ikki gott er grundgevingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald