2021-01-13 16:25
Strongu donsku tiltøkini fyri at forða fyri smittuspjaðing, sum eru galdandi nú, verða longd til og við 7. februar.
Tað skriva so at siga allir danskir miðlar nú seinnapartin, teirra millum Danmarks Radio.
Sum skilst verður hetta kunngjørt á einum tíðindafundi við Magnus Heunicke klokkan 18, okkara tíð.
Hetta merkir, at framhaldandi verður tað einans vanligir matvøruhandlar og apotek, sum sleppa at hava opið. Allir skúlanæmingar skulu framhaldandi halda seg heima, og bannað er at møtast fleiri enn fimm fólk í almenna rúminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald