Savningarbannið í Danmark verður nú eisini galdandi fyri privatar veitslur.
Tað boðaði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke frá á tíðindafundi í dag. Stjórin kunngjørdi í sama viðfangi, at galdandi avmarkingar orsaka av korona, verða longdar at galda til og við 18. oktober.
Orsøkin er, at tað ikki er tamarhald á smittuspjaðingini í Danmark.
- Eg harmist um tað, men vit verða noydd til at seta avmarkingina á 50 fólk eisini tá tað snýr seg um privatar veitslur og samkomur. Hetta verður gjørt fyri at samfelagið annars kann haldast opið, segði heilsumálaráðharrin.
Hóast tað nú eisini verður sett bann fyri at savnast til privatar veitslur, so er hetta bannið tó ikki galdandi fyri privat heim, segði ríkisløgregluovastin, Thorkild Fogde á tíðindafundinum.
- Men løgreglan heitir inniliga á øll um at halda hesi krøvini, eisini í privatum heimum, legði hann dent á.
Verandi koronaavmarkingar vóru annars sett til at vera galdandi til 4. oktober. Hesi verða sostatt longd í tvær vikur.
Avmarkingarnar merkja eitt nú, at matstøð, skeinkistøð og kaffistovur um alt landið skulu steingja í seinasta lagið klokkan 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald