Uttanlands

Danmark letur meira upp hósdagin

Øll kunnu nú fara í skúla – umfatandi politisk avtala gjørd í nátt

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri (Savnsmynd: EPA)

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri (Savnsmynd: EPA)

2021-05-04 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark eru politisku flokkarnir í nátt komnir til semju um hvussu landið kann lata uppaftur longu frá hósdegnum at galda.

Hetta merkir millum annað, at allir fólkaskúlanæmingar og næmingar á ungdómsskúlum sleppa í skúla aftur hesa vikuna, og at ítróttur kann vera uppafturtikin, og at tað ber til at vera saman so leingi einum lystir á veitslum í leigaðum hølum.

Í fólkaskúlanum verða ikki longur avmarkingar galdandi. Her hava yngstu flokkarnir verið í skúla í eina tíð, men nú kunnu øll fara í skúla aftur.

Spælistøð, sjónleikahús, biohøllir og líknandi hølir til mentanarligt virksemi kunnu lata uppaftur. 2.000 fólk við koronapassi kunnu vera saman tilsamans, býtt upp í partar við 500 í hvørjum.

Sama er galdandi fyri ráðstevnur og fakligar og vinnuligar stevnur.

Kravið um at borð skulu bíleggjast á matstovum og kaffistovum frammanundan verður nú eisini slept, hóast hetta fer at økja um smittuvandan, sambært eini meting, sum Statens Serum Institut gjørdi herfyri.

Veitslur í leigaðum hølum skulu ikki longur enda klokkan 23. Fólk kunnu halda á so leingi teimum lystir um talan er um eitt afturlatið tiltak.

Eisini verður latið upp fyri venjingarstøðum og uttandura ítróttarvirksemi fyri fólk yvir 18 ár, og sum hava koronapass. Her kunnu 25 fólk vera í sama høli samstundis. Men talan er bert galdandi fyri ítrótt, sum ikki verður mettur at vera ein “kontakt-ítrótt” og fyri fólk millum 18 og 70 ár.

Tá tað kemur til tónleikafestivalarnar í summar, so er í løtuni talan um eitt hámark á 2.000 standandi gestir í bólkum á 200, sum kunnu vera saman. Hámarkið verður hækkað 1. august til 5.000 fólk í bólkum á 500.

Tó kann hetta hámark hækkast til 10.000 fólk “tá mett verður, at tað heilsufrøðiliga er ráðiligt”.

Vanliga loftið fyri hvussu nógv fólk kunnu savnast, verður nú 25 innandura og 75 uttandura, skrivar dr.dk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder