- Um øll onnur lond høvdu veitt Ukraina á sama hátt sum Danmark, so høvdu ukrainar havt eitt uppaftur betri útgangsstøði.
Soleiðis sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, í dag, tá hann kunnger, at Danmark samanlagt hevur latið Ukraina hjálp - vápn og annað - fyri eitt virði á 5,6 milliónir krónur.
Hetta er í samband við, at verjumálaráðharrin Jakob Ellemann-Jensen hevur kunngjørt, at Danmark sendir ein vápnapakka til Ukraina. Avgerðin er stór, men hon varð tikin í uttanríkispolitiskari, og hetta var einmælt samtykt, sambært TV2.dk.
Orsøkin til at tað er ein stór og longu umstrídd avgerð er, at tann danski herurin - verjan - leingi hevur bíðað eftir júst hesum pakkanum. Nú verður hann ístaðin sendur til Ukraina, og hetta er ein trupulleiki, sigur verjuserfrøðingurin Anders Lomholt við tv2.dk, tí danska verjan hevur leingi havt tørv á tí slagnum av stórum skotvápnum. Eisini eru hesi ein partur av at liva upp til kravið frá NATO.
Talan er um 19 Caesar-haubitsarar, ið eru nakrar smærri kanónir, sum bera langt. Ukrainski forsætisráðharrin hevur biðið um seks av hesum, men Lars Løkke Rasmussen staðfestur, at Danmark hevur valt at givið 19 - allan pakkan - og hetta er eitt stórt íkast, og at Danmark lutfalsliga hevur givið Ukraina mest í samband við kríggið móti Russlandi.
Uttanlands
Danmark letur nú vápn til Ukraina
Talan er um 19 vápn, ið eru kanón-líknandi, og eina vápnaskipan, sum danski herurin annars hevur bíðað leingi eftir. Danmark hevur nú samanlagt stuðlað Ukraina við 5,6 milliardum undir krígnum
Ukraina bað um seks haubitsar, men Danmark lat 19. Tað er júst hetta, ið danska verjan hevur tørv á
2023-01-19 18:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald