Uttanlands

Danmark letur tríggjar milliónir skamtar afturat til menningarlond

Talan er um koronukoppingarevni frá AstraZeneca og Johnson & Johnson, sum m.a. verður latið til Afrika

– Vit skulu økja um altjóða atgongdina til koppsetingar, tí eingin er tryggur, fyrr enn øll eru trygg, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Savnsmynd)

– Vit skulu økja um altjóða atgongdina til koppsetingar, tí eingin er tryggur, fyrr enn øll eru trygg, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Savnsmynd)

2021-09-22 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen frá, at Danmark fór at lata tríggjar mió. koppsetingarskamtar til menningarlond, og nú verður boðað frá, at hetta talið verður tvífaldað.

Sostatt letur Danmark seks mió. skamtar – serliga til lond í Afrika og smærri oyggjalond. Hetta verður í høvuðsheitum gjørt gjøgnum Covax-átakið, sum m.a. Heimsheilsustovnurin, WHO stendur á odda fyri.

Danmark hevur gjøgnum ES bundið seg til at stuðla Covax-átakinum við 100 mió. krónum.

– Vit skulu økja um altjóða atgongdina til koppsetingar, tí eingin er tryggur, fyrr enn øll eru trygg, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau.

Orsøkin til, at Danmark nú letur fleiri skamtar er, at Danmark hevur keypt ríkiligt av koronukoppingarevni, verður sagt.

– Vit hava nóg mikið av koppingarevni til at nøkta danska tørvin – eisini, tá hædd verður tikin fyri endurkoppseting, sigur Mette Frederiksen.

Tað er m.a. koppingarevni frá AstraZeneca og Johnson & Johnson, sum er tikið úr donsku koppsetingarætlanini, sum verður latið í hesum umfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder