Danska heilsustýrið mælir nú til, at børn í aldrinum tvey til seks ár verða koppsett móti influensu, ella beinkrími, sum tað verður nevnt.
Um tey uml. 300.000 donsku børnini í hesum aldursbólkinum verða koppsett, umframt tey eldri og veiku, slepst undan ein stóran part av tilburðunum við beinkrími, sigur Helene Probst, varastjóri í stýrinum, í tíðindaskrivi.
Hetta verjir ikki bert børnini, sum verða koppsett, men eisini yngri systkin og eldri fólk í familjuni, sum kunnu gerast álvarsliga sjúk av beinkrími, sigur hon.
Í heilsustýrinum stúra tey fyri, at nógv fara a verða rakt av influensu í vetur, av tí at tey seinastu tvey árini hava havt lítið av beinkrími í samfelagnum orsakað av koronutiltøkunum, sum øll fara úr gildi 10. september.
Les eisini: Danmark: Allar koronuavmarkingar úr gildi 10. september
Helene Probst leggur afturat, at børnini ikki eiga at fáa koppingarevnið við sproytu, men at tey eiga at fáa tað sum næsaspray.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald