Uttanlands

Danmark: Metnógvir smittutilburðir skrásettir seinasta samdøgrið

Seinasta samdøgrið eru 589 tilburðir skrásettir, tað hæsta talið sum nakrantíð er skrásett í eitt samdøgur – Talið á innleggingum er eisini tað hægsta síðan juni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-19 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 589 nýggir smittutilburðir skrásettir í Danmark, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

Talan er um hægsta talið av nýggjum smittutilburðum, sum er skrásett undir hesari farsóttini.

Víst verður tó á, at Danmark nú kannar fleiri fólk enn í vár, og er tað helst eisini orsøkin til, at fleiri tilburðir verða skrásettir í hesum umfarinum.

Í løtuni eru 62 fólk innløgd við koronasmittuni, harav fýra á intensivari deild og ein í respiratori. Hetta er hægsta talið á innløgdum síðan miðskeiðis í juni, skrivar Ritzau.

22.436 fólk hava nú fingið staðfest korona í Danmark, og 5.120 eru smittað í løtuni. Tey flestu eru í aldrinum 20 – 29 ár, men eisini eru nógv fólk millum 40 og 59, ið hava fingið staðfest smittuna.

Fleiri enn 2,1 mió. fólk eru nú kannað fyri korona í Danmark, og tilsamans hevur Danmark gjørt 3,3 mió. kanningar.

Danmark hevur skrástt 635 andlát í sambandi við korona.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder