Seinasta samdøgrið eru 5.120 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Danmark, og tað er hægsta talið, Danmark hevur havt í eitt samdøgur undir allari farsóttini.
Gamla metið varð sett 18. desember í fjør – 4.508.
Teir 5.120 nýggju tilburðirnir byggja á úrslitið á 195.137 kanningum, og er talan sostatt um eitt positivprosent á 2,62.
Hóast talið í dag setir met, er positivprosentið tó nærum tað sama sum týsdagin, tá positivprosentið vae 2,58 prosent, skrivar Ritzau.
Til samanberingar kann nevnast, at positivprosentið millum tey, sum eru kannað í Føroyum seinastu tríggjar dagarnar hevur ligið um tey trý.
Danska forsætismálaráðið upplýsir, at tíðindafundur verður seinnapartin klokkan 17 føroyska tíð, har stjórnin fer at greiða frá koronustøðuni í Danmark.
M.a. fer stjórnin at heita á fleiri um at taka ímóti tilboðnum eina triðju koppseting, og verður eisini greitt frá støðuni við nýggja Omikron-frábrigdinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald