Uttanlands

Danmark: Nýggjur matvøruráðharri verður tilnevndur í dag

Frágreiðing vísir, at áttu at havt fingið fráboðan um vantandi lógarheimildina áðrenn boðini vórðu givin um at taka allar minkar í Danmark av

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-11-19 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 10 okkara tíð fer danska forsætisráðkvinnan Mette Frederiksen til drotningina fyri at boða frá, hvør verður nýggjur limur í donsku javnaðarstjórnini eftir at Mogens Jensen legði frá sær í gjár.

Mogens Jensen valdi í gjár at fara frá orsaka av teimum mistøkum, ið eru framd í sambandi við at danska stjórnin gav boð um at drepa allar landsins minkar.

Umframt at vera ráðharri við matvørumálum, var Mogens Jensen eisini ráðharri við javnstøðumálum, fiskivinnumálum og norðurlendskum samstarvi.

Í gjár var eisini ein frágreiðing løgd fram, sum vísir, at embætisverkið í fleiri ráðharraráðum hava svikið í minkamálinum.

Í frágreiðingini kemur fram, at fleiri leiðandi embætisfólk longu 1. oktober vórðu ávarað um vantandi lógarheimildina. Hetta visti Mette Frederiksen ikki, tá hon á tíðindafundi 4. november boðaði frá, at allir minkar í Danmark skuldu takast av orsaka av eini mutasjón av koronavirus í minkum.

Ávaringin snúði seg um, at tiltakið kravdi lógarbroytingar. Tilsamans seks ráðharraráð fingu hesi boðini undan einum fundi í nevndini hjá stjórnini, sum arbeiðir við koronavirus. Tað kemur ikki fram, um hendan vitanin varð latin víðari til ráðharrarnar, skrivar Ritzau.

Fødevarestyrelsen rópti eisini varskó undan fundinum 4. november, men ikki er greitt hvar henda ávaring endaði.

Undan tíðindafundinum fekk Mogens Jensen eina røðu frá embætisverki sínum um, at heimild var fyri avtøku av minki í eini lóg um djórahald. Hetta vísti seg ikki at vera rætt.

Seinna sama dag, sum tíðindafundurin varð hildin, gjørdist tað greitt fyri Umhvørvis- og matvøruráðið at tað ikki var lógarheimild at avtaka allar minkar – sjúkar eins væl og raskar.

7. november varð Mogens Jensen kunnaður um hetta, men henda vitanin varð ikki send víðari til minkabóndurnar fyrr enn 10. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder