Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke boðar nú frá, at allir danir fara at fáa tilboð um eitt triðja prik fyri koronu, eitt sonevnt booster-prik.
Ætlanin er, at danir fáa tilboð um triðja prikið seks mánaðir og 14 dagar eftir, at teir hava fingið seinnu koppsetingina, sigur hann sambært DR.
Í Danmark, eins og í Føroyum, er mann longu farin í holt við at geva fólk í vandabólki og fólk á røktarheimi triðja prikið.
Ætlanin er, at hálvonnur millión danir skulu fáa triðja prikið komandi mánaðirnar.
Sambært uppgerð hjá Statens Serum Institut hava 7.074 danir higartil fingið triðja prikið. Í Føroyum er talið 159.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald