Uttanlands

Danmark: Pápi og tvey børn druknað

Tey ætlaðu sær ein lítlan siglitúr í gjár, men tey komu ongantíð heim aftur. Sum nú er, heldur løgreglan, at talan er um eina vanlukku

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-04-15 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark vórðu ein pápi og tvey børn funnin druknað.

Tey høvdu verið saknað síðan í gjár, tá tey ikki komu heim aftaná ein siglitúr, sigur Løgreglan í Norðursjællandi við DR.

Alt bendir á, at talan er um eina vanlukku, men løgreglan ætlar sær at kanna, um deyðsorsøkin kundi verið ein onnur.

Fyrr í dag varð boðað frá, at ein maður varð funnin druknaður nær við býin Nakke, og tað vísti seg at vera pápin. Samstundis var ein tómur bátur eisini funnin nær við.

Børnini, ein 13 ára gamal drongur og ein 11 ára gomul genta, vórðu seinni eisini funnin deyð.

Tað var familjan hjá teimum, sum ringdi til løgregluna, tá pápin og børnini ikki komu heim.

Pápin og børnini fóru heimanifrá klokkan 8.20 í gjár lokala tíð, og tey høvdu boðað frá, at tey ætlaðu sær á "ein lítlan hugnaligan siglitúr". Tað var tað seinasta nakar hoyrdi frá teimum.

Bæði tyrlur og kavarar vórðu sendir út at leita.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder