Uttanlands

Danmark partur av ES-avtalu um koppingarevni – Umfatar eisini Føroyar og Grønland

Avtalan skal tryggja fleiri hundrað mió. ES-borgarum atgongd til eitt koronakoppingarevni – sambært danska heilsumálaráðharranum, hevur Danmark eisini tryggjað koppingarevni til Føroyar og Grønland

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: EPA)

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: EPA)

2020-08-21 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES kommissjónin hevur fingið eina avtalu í lag um keyp av einum møguligum koppingarevni móti korona. Hendan avtalan skal tryggja, at fleiri hundrað mió. borgarar í ES kunnu verða koppsettir.

Danmark er við í avtaluni, og tá ella um koppingarevnið verður tøkt, hevur Danmark tryggjað sær nóg mikið av koppingarevninum til at koppseta uml. 2,4 milliónir danir. Harav hevur danska stjórnin tryggjað koppingarevni til Grønland og Føroyar eisini, segði Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, á tíðindafundi í dag.

Arbeitt verður eisini við at fáa fleiri avtalur í lag við aðrar fyritøkur, so tey kunnu tryggja, at øll fáa atgongd til eitt koppingarevni.

Enn er tó ikki greitt, nær eitt koppingarevni er klárt, men Thomas Senderovitz, stjóri í Lægemiddelstyrelsen, segði, at koppingarevnið væntandi verður klárt komandi ár.

– Vit halda, vit kunnu byrja at koppseta danir longu komandi ár. Heldur fyrr enn seinni, meira kann eg ikki siga, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder