Uttanlands

Danmark: Samgonguskjalið verður klárt seinnapartin

Væntandi verður tað ikki fyrr enn í morgin, at nøvnini verða sett á limirnar í nýggju donsku stjórnini

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-06-02 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár boðaði Mette Frederiksen frá, at ein nýggj donsk stjórn verður skipað, og í dag verður samgonguskjalið, grundarlagið fyri stjórnini, kunngjørt.

Men tað verður ikki fyrr enn einaferð seinnapartin, at almenningurin fær innlit í, hvat tað er, sum komandi stjórnarflokkarnir, Sosialdemokratiet, Sosialistisk Folkeparti, Radikale Venstre og Moderaterne, eru vorðnir samdir um, skrivar danskir miðlar.

Tíðindafundur verður á Marienborg einaferð seinnapartin, men tað verður ikki fyrr enn fundir hava verið við fleiri av hinum flokkunum á fólkatingi.

Umboð fyri komandi stjórnarflokkarnar skulu fyrst hava fundir við flokkarnar til vinstru, Ehnedslisten og Alternativet, tey norðuratlantisku umboðini, sum eru Naleraq, Inuit Ataqatigiit, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og teir báðar borgarligu flokkarnar Venstre og De Konservativu.

Hetta eru tey, sum komandi stjórnin skal hava stuðul frá í komandi politiska arbeiðinum.

Fyrsti fundurin verður við Enhedslisten klokkan 9 danska tíð, og seinasti fundurin er við  tey konsservativu klokkan 15.15. Sjúrður Skaale skal møta klokkan 12 og Anna Falkenberg klokkan 12.30 (alt danskar tíðir).

Mette frederiksen segði í gjárkvøldið á havnini í Odense, har hon hitti Fríðrik kong umborð á kongaskipinum Dannebrog, at tað ikki verður fyrr enn mikudagin, at tey vera klár at kunngera hvørjir persónar koma at sita í komandi stjórnini.

Einasta, sum við vissu verður sagt er, at Mette Frederiksen, heldur fram sum forsætisráðkvinna. Tað váttaði hon sjálv fyri miðlunum í gjárkvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder