Uttanlands

Danmark selt 500.000 koppsetingarskamtar til Nýsæland

Danmark hevur meira enn ríkiligt av koppingarevni, sigur danski heilsumálaráðharrin, meðan bert ein triðingur av nýsælendska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-12 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við Nýsæland um sølu av 500.000 skamtum av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, upplýsir danska heilsumálaráðið.

Stjórnin í Nýsælandi hevur heitt á Danmark um at fáa loyvi at keypa avlopsskamtar, og av tí at Danmark hevur ríkiligt av koppingarevni til at nøkta danska tørvinum á koppingarevni fyri koronu, sleppur Nýsæland at keypa hesar 500.000 skamtarnar.

– Í dag hava vit eitt yvirskot av mRNA-koppingarevni, sum vit ikki hava tørv á herheima – eisini hóast vit skulu geva triðja prikið, sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke sambært Ritzau.

73,2 prosent av danska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu, og umframt at selja koppingarevni, hevur Danmark eisini latið avlopsskamtar til fleiri lond, og stjórnin kannar møguleikan fyri at lata uppaftur fleiri.

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er tað mest brúkta fyri koronu í Danmark, og tað er tað einasta koronukoppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum.

Umframt at keypa koppingarveni úr Danmark hevur Nýsæland eisini keypt 250.000 skamtar úr Spania. 32 prosent av Nýsælendska fólkinum eru higartil liðugt koppsett, meðan 63 prosent hava fingið í minsta lagi eitt prik, skriva nýsælendskir miðlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder