Uttanlandsnevndin í danska fólkatinginum hevur fyrrapartin avgjørt at senda 15 russiskum sendifólkum úr landinum. Tað upplýsir danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, eftir fund í fólktatingsnevndini fyrrapartin.
- Vit hava staðfest, at teir 15 útvústu persónarnir hava framt njósning á donskum øki, sigur Kofod, sum eisini nevndir, at hetta eru greið boð til Russlands um at njósning á donskum øki ikki kann góðtakast.
Útvísingin er ein avleiðing av krígnum í Ukreina – serliga eftir seinastu tíðindini frá býnum Butja, har fleiri lond halda, at talan er um beinleiðis krígsbrotsverk.
Avgerðin í donsku uttanlandsnevndini er ikki tann fyrsta í Evropa – fleiri onnur lond hava tikið líknandi avgerðir.
Eitt nú tók Frakland í gjár avgerð um at vísa 35 russiskum sendifólkum av landinum. Frammanundan hevði Týskland tikið avgerð um at vísa 40 russum av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald