
Fólkatingið hevur samtykt, at ein pakki við 1,7 milliard í virði verður send til Ukraina. Hjálparpakkin inniber millum annað hernðarakfør, lutir til luftverju og ymiskt lóður. Talan er um ein stóran meiriluta, ið er fyri hesari hjálpini.
Hetta hava virkandi verjumálaráðharri Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, váttað fyri donskum miðlum í dag.
Danska TV skrivar, at í pakkanum er eisini tað, at 700-1.200 hermenn kunnu verða sendir út til Lettlands næsta ár. Danmark
Hetta er størsta gávan og hjálpin, ið Danmark higartil hevur veitt krígsrakta landinum. 21. apríl boðaði Mette Frederiksen frá, at 600 milliónir vórðu latnar, og fyrr í ár hevur Danmark eisini sent millum annað krígsvognar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald