
Danska farsóttarnevndin mælir nú til, at covid-19 aftur verður mett sum ein samfelagsvandamikil sjúka. Tí eru nú ætlanir um at seta koronapass í gildi aftur.
Tað boðaði danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, frá á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Smittan hevur breitt seg nóg í Danmark hesar seinastu vikurnar, og talið av innløgdum á donskum sjúkrahúsum er trífaldað upp á ein mánað. Tí verða nú nýggjar reglur settar at galda – eitt nú krav um koronapass til tiltøk.
Í gjár vóru yvir 300 fólk løgd inn á sjúkrahús við covid-19. Talið av smittaðum hevur ligið oman fyri 2.000 hesi seinastu trý samdøgrini.
Uppskotið hesum viðvíkjandi verður lagt fyri fólkatingið í dag. Enn er óvist hvat teir ymsu flokkarnir á tingi halda um uppskotið.
Síðan 10. september hevur covid-19 ikki verið mett sum ein hóttandi sjúka fyri samfelagið. Men síðan tá er talið av smittaðum í Danmark javnt og samt økt.
- Heilsumyndugleikarnir høvdu roknað við at talið av smittaðum fór at økjast, men hetta hevur gingið nógv skjótari enn væntað, segði Mette Frederiksen.
Fyri at ein sjúka kann flokkast sum samfelagsskaðilig, skal hon antin vera serliga smittandi, vera deyðilig, ella kunna elva til álvarslig og varandi mein.
Danska stjórnin mælir nú til, at koronapass aftur verður innført á eitt nú matstovum, náttklubbum og til stór tiltøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald