Í Danmark er SF farin úr samráðingunum um eina nýggja breiða stjórn. Tað boðar forkvinnan í flokkinum, Pia Olsen Dyhr frá í dag.
Frágreiðing hennara er, at samráðingarnar eru vorðnar "ov bláar".
Hon sigur, sambært DR, at flokkarnir eru ov langt frá hvørjum øðrum á avgerandi økjum, og tí tók hon mánadagin avgerð um at fara úr samráðingunum.
Tað er m.a. tá tað snýr seg um veðurlags- og náttúrumál, og um fátækar barnafamiljur, at SF og Vinstra eru ósamdir, sigur Pia Olsen Dyhr, sum hevur boðað Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharra frá avgerð sínari.
Lagt verður afturat, at SF heldur ikki fer at vera stuðulsflokkur hjá einari komandi stjórn millum danska javnaðarflokkin og Vinstra.
Harmast um avgerðina
Mette Frederiksen hevur áður greitt frá, at danski javnaðarflokkurin serliga brúkar tíð í samráðingum við Vinstra í eini roynd at skipa eina stjórn tvørturum miðjuna.
Hon sigur seg eisini harmast um, at SF og tey konservativu, sum fór úr samráðingunum um vikuskiftið, ikki eru við longur, men kortini sigur hon seg skilja avgerðina.
– Vit hava havt eina góða tilgongd við einari røð av flokkum, men sjálvandi serliga við SF. Tað er ein flokkur, sum er tætt knýttur at okkum, og sum vit hava havt eitt sera gott samstarv við seinastu árini, og eri eg vís í, at vit eisini fara at hava tað framyvir, sigur hon.
– Tað er sjálvandi í lagi at siga, at tað kanska er við at gerast nakað, sum SF ikki sær seg aftur í. Soleiðis er politikkur, men eg eri vónrík um okkara framtíðar samstarv, eisini við SF.
Burtsæð frá danska javnaðarflokkinum og Vinstra, eru Moderaterne og tey radikalu framvegis við í samráðingunum. Danski fólkaflokkurin og Liberal Alliance eru heldur ikki farnir úr samráðingunum, hóast tey í Liberal Alliance ikki vænta at gerast partur av einari komandi stjórn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald