Seinasta samdøgrið eru 274 persónar staðfestir positivir fyri covid-19 í Danmark, vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.
Tað er lægsta økingin, sum landið hevur skrásett síðan 9. september, tá 251 smittutilburðir vórðu skrásettir. Tá vórðu tó ikki líka nógvar kanningar gjørdar sum nú.
Av teimum 124.348 kanningunum, sum vórðu gjørdar síðan seinastu dagføring, vóru bert 0,22 prosent positivar, og tað er lægsta positivprosentið síðan august, tá talið á kanningum tó eisini var nakað lægri enn nú, skrivar Ritzau.
Talið á innløgdum, sum í løtuni er 308, er eisini tað lægsta, sum hevur verið í Danmark síðan 6. desember.
Í Danmark hava fleiri enn 204.000 persónar fingið staðfest covid-19, og fleiri enn 2.200 teirra eru deyð. Uml. 5.700 eru positiv í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald