Í Danmark fáa háskúlar, biohøllir, sjónleikarhús og aðrir mentanarstovnar nú loyvi at lata uppaftur.
Á tíðindafundi í kvøld boðaði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke frá, at uppafturlatingin fær gildi sunnudagin.
- Nógv lond eru í gongd við at steingja samfelagið niður í hesum døgum. Tað nýtast vit ikki, staðfesti Magnus Heunicke.
Danska stjórnin hevur, eftir tilmæli frá donsku farsóttarnevndini, fingið undirtøku frá øllum flokkum á fólkatingi at seta hesar nýggju reglurnar í gildi
Talan er um eina stigvísa uppafturlating av samfelagnum, sum tryggjar, at heilsuverkið kann fylgja við, segði heilsumálaráðharrin.
Samkomuhús, dansistøð og spælihøllir skulu framhaldandi verða stongd, eins og avmarkingarnar fyri matstovur og skeinkistøð framvegis eru galdandi.
Á tíðindafundinum kom eisini fram, at serliga sárbær fólk, nú fara at fáa tilboð um fjórða prikið móti korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald