Uttanlands

Danmark steðgar eisini flúgving úr Stórabretlandi

Í fyrsta umfari verður ferðafólkaflúgvingin úr Stórabretlandi steðgað í 48 tímar – Orsøkin er nýggja mutatiónin av koronavirus, sum Statens Serum Institut tó ikki metir vera meira vandamikla enn vanliga slagið, hóast tað tykist at smitta meira

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-12-21 09:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark er nú komið á vaksandi listan av londum, sum hava steðgað flúgving úr Stórabretlandi orsakað av nýggju mutatiónini av koronavirusinum, sum er funnin í Stórabretlandi.

Í nátt varð boðað frá, at Danmark steðgar allari flúgving úr Stórabretlandi frá klokkan níggju í dag og 48 tímar fram. Hetta er tó ikki galdandi fyri farmaflutning.

Danski ráðharrin í samferðslumálum, Benny Engelbrecht sigur, sambært Ritzau, at nýggja mutatiónin skal eitast at vera sera aggressiv, og tí verður støðan tikin í størsta álvara.

Bretskir serfrøðingar hava mett, at nýggja mutatiónin, sum hevur fingið navnið N501Y, smittar umleið 70 prosent meira enn vanliga slagið av virusinum.

Í fyrsta umfari er forboðið galdandi í 48 tímar, so heilsumyndugleikarnir fáa tíð at meta um støðuna og um neyðugt er við fleiri tiltøkum. Danski ráðharrin vil ikki útiloka, at forboðið kann verða longt.

Sambært Statens Serum Institut eru nú tíggju tilburðir av N501Y mutatiónini funnir í Danmark, men enn er einki sum bendir á, at mutatiónin er meira álvarsom.

Statens Serum Institut sigur eisini, at ferðandi úr Onglandi, har smittan er funnin, ikki eru ein størri vandi fyri fólkaheilsuna í Danmark, tá tey fylgja tilmælini um sóttarhald og kanning við komu.

Nýggja mutatiónin er eisini funnin í Hollandi, Belgia og Italia, sum eisini eru millum londini, sum hava steðgað flúgving úr Stórabretlandi. Mett verður, at hon eisini kann vera í øðrum londum, hóast hon ikki er funnin enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder