Danska sosialdemokratiska minnilutastjórnin er við at koma í trupulleikar orsaka av einum máli um prísin á sigarettum.
Stjórnin hevur ætlanir um at sigarettprísirnir skulu hækka, men ikki so nógv, sum ein meiriluti á Fólkatingi ynskir, og nú er stjórnin í vanda fyri at koma í minniluta í hesum máli, skrivar dr.dk.
Magnus Heunicke, heilsimálaráðharri, hevur í morgun kunngjørt ætlanirnar hjá stjórnini. Tær innibera, at avgjøldini til sigarettir hækka, so at ein pakki av sigarettum kemur at kosta umleið 50 krónur.
Menn hetta er nógv minni enn ein meiriluti á Fólkatingi – tað eru Eindarlistin, SF, tey Radikalu, Alternativi, Vinstri og tey konservativu – heldur.
Tey Radikalu halda, at prísurin skal upp á 60 krónur og Vinstriflokkurin heldur, at sigarettpakkin skal hækka minst 20 krónur. Spurd um hví Vinstri ikki gjørdi nakað við hetta meðan flokkurin hevði stjórnarvaldið, sigur framsøgukvinnan, at semja ikki var í undanfarnu stjórnini um málið. Liberal Allianse var ímóti at hækka prísirnar á sigarettum
Í løtuni kostar ein sigarettpakki 42 krónur í donskum handlum.
Í Føroyum liggur hann um 62-64 krónur.
Danska krabbameinsfelagið, Kræftens Bekæmpelse, ynskir at prísirnir fyri 20 sigarettir verður settur til 90 krónur. Felagsskapurin hevur gjørt eina uppgerð, sum vísir, at í nógvum londum er prísurin væl hægri enn í Danmark:
Avstralia 139 krónur
Ný Sæland 142 krónur
Noreg 89 krónur
Írland 85 krónur
Bretland 85 krónur
Frakland 58 krónur
Finnland 50 krónur
Niðurlond 46 krónur
Svøríki 43 krónur
Týskland 41 krónur
Poland 24 krónur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald