Uttanlands

Danmark støðgar øllum ættleiðingum úr útlandinum

Tað er ongin trygd fyri at óreglusemi og lógloysi ikki er knýtt at ættleiðingunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-16 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða ikki framdar fleiri ættleiðingar út útlandinum til Danmarkar fyribils. Hetta hendir eftir at einasta fyritøkan, ið hevur tikið sær av ættleiðingum, Danis International Adoption, DIA, í dag boðaði frá, at tað støðgar sínum virksemi.

Hetta hendir eftir at DIA er hevur fingið eina røð av krøvum frá kærunevndini hjá ráðnum fyri sosial-, íbúðar- og eldramálum.

Fríggjadagin upplýsti kærunevndin (ankestyrelsen) DIA um at hon fer at mæla ministaranum til at støðga øllum ættleiðingum hjá DIA úr Suðurafrika, sum er størsta veitaraland hjá DIA.

Og í gjár komu boðini um, at hetta eisini var galdadi fyri avtalurnar við Taivan, Filipsoyggjar, India, Teiland og Kekkia, sum verða strikaðar fyribils.

Pernille Rosenkrantz-Teil, ið er ministari við sosial- og íbúðarmálum sigur við TV2, at DIA ikki hevur yvirhildið nøkur krøv.

Í løtuni standa 36 familjur í Danmark og bíða eftir at fáa síni ættleiðingarmál úr hesum seks londum avgreidd, skrivar Ritzau.

Í árunum 1970 til 2010 vórðu millum 400 og 500 børn ættleidd til Danmarkar um árið. Seinastu trý árini hevur talið verið millum 20 og 40.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder