![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í kjalarvørrinum av nýupplatna amerikanska konsulátinum í Nuuk, hevur Danmark nú tikið stig til at styrkja sína umboðan í Grønlandi.
Frameftir fer danska verjumálaráðið at hava ein politiskan ráðgeva staðsettan í grønlendska høvuðsstaðnum. Ráðgevin skal vera bindilið millum danskar og grønlendskar myndugleikar í trygdarpolitiskum spurningum, skrivar Ritzau.
Nýggi ráðgevin fer í dag til Grønlands saman við Trine Bramsen, verjumálaráðkvinnu.
- Eg havi gjørt av, at vit framyvir skulu hava ein politiskan ráðgeva í Grønlandi. Hetta verður gjørt, tí Arktis fær alsamt størri trygdar- og verjupolitiskan týdning, sigur Trine Bramsen.
Tað verða skiftandi embætisfólk í verjumálaráðnum, sum koma at røkja hesa ráðgevarauppgávu.
Frammanundan er Arktisk Kommando staðsett í Nuuk. Henda tekur sær av hernaðarligum uppgávum í Grønlandi.
Nýggi ráðgevin fær eisini starvsstað á Arktisk Kommando. Harvið kemur viðkomandi at vera granni hjá nýggja amerikanska konslinum í Nuuk, Sung Choi, sum byrjaði í juni í leigaðum hølum frá Arktisk Kommando.
Trine Bramsen vísir aftur, at samband er millum amerikanska konsulátið og nýggja politiska ráðgevan.
- Hetta er ein avgerð, eg havi tikið fyri tíð síðani, so tað hevur einki við hvørt annað at gera. Hetta snýr seg um dansk-grønlendska samstarvið, sigur verjumálaráðkvinnan, sambært Ritzau.
Á grønlandsvitjanini verður verjumálaráðkvinnan við til at lata upp eina deild av Interforce í Nuuk.
Interforce er eitt 20 ára gamalt samstarv millum vinnulívið og verjuna um brúk av tiltaksmanning hjá verjuni og heimaverjuni. Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Søren Gade, stendur á odda fyri hesum felagsskapi.
Trine Bramsen skal eisini hitta grønlendskar politikarar, eitt nú fyri at hoyra hvussu peningaupphæddin á 1,5 milliardir krónur til størri eftiransing í Arktis best kann brúkast, skrivar Ritzau.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald