Í gjárkvøldið boðaði danska heilsumálaráðið frá, at tvey ferðandi, sum vóru komin til Danmarkar úr Suðurafrika og høvdu fingið staðfest koronu, møguliga vórðu smittað við nýggja Omikron-frábrigdinum, og nú kanningar eru lidnar, er staðfest, at talan er um nýggja frábrigdið.
Nýggja frábrigdið varð fyrst staðfest í Suðurafrika herfyri, og seinni hevur tað spreitt seg til fleiri onnur lond.
Stjórin hjá Statens Serum Institut, Henrik Ullum, sigur, at tað var væntað, at talan var um Omikron-frábrigdið, og at tað framvegis er umráðandi at hava neyvt eftirlit við gongdini.
– Vit ynskja at draga tað út, so vit fáa koppsett flest møguligt og eru komin longur inn í veturin, áðrenn frábrigdið av álvara kemur til Danmarkar, sum vit rokna við, at tað ger, sigur hann sambært Ritzau.
Tey bæði smittaðu eru avbyrgd, og smittusporingin er í gongd, upplýsti danska heilsumálaráðið í gjárkvøldið. Sambært danska heilsumálaráðharranum, Magnus Heunicke, er tað ikki løgið, at Omikron-frábrigdið longu er staðfest í Danmark, sum hevur umfatandi eftirlit við ymiskum frábrigdum.
Fyrstu børnini undir 12 ár koppsett í dag
Um vikuskiftið varð boðað frá, at myndugleikarnir í Danmark høvdu givið grønt ljós til koppseting av børnum undir 12 ár.
Fyrstu tilboðini vórðu send út í gjár, og í morgun vórðu fyrstu børnini í hesum aldursbólkinum koppsett fyri koronu, upplýstu fleiri regiónir á middegi.
Hóast koppsetingin nú er góðkent til børn millum 5 og 11 ár, er tað í fyrsta umfari bert tey 10 og 11 ára gomlu, sum fáa tilboð um koppseting, og síðani sleppa tey yngru framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald