Uttanlands

Danmark: Talið á nýggjum tilburðum methøgt

Í dag er fyrstu ferð at fleiri enn 600 smittutilburðir eru skrásettir í eitt samdøgur – Fyri fyrstu ferð síðan juni eru fleiri enn 100 koronasjúklingar innlagdir í Danmark

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-25 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 678 smittutilburðir staðfestir í Danmark, vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

Talan er um hægstu økingina, sum Danmark hevur skrásett undir hesari farsóttini. Hetta er fyrstu ferð, at Danmark skrásetir fleiri enn 600 tilburðir í eitt samdøgur.

Áðrenn nýggjastu tølini vórðu kunngjørd, var tað bara komið fyri tríggjar ferðir, at talið á nýggjum tilburðum hevði verð hægri enn 500 – Og allar tríggjar ferðirnar hava verið innanfyri seinastu vikuna, skrivar Ritzau.

Víst verður tó á, at Danmark nú kannar munandi fleiri enn áður, og er tað helst eisini ein orsøk til, at talið er so høgt.

Talið á innløgdum er eisini sera høgt í løtuni. Í løtuni eru 101 koronasjúklingar innlagdir í Danmark. Hetta er fyrstu ferð síðan 3. juni, at talið liggur omanfyri 100.

Millum teirra eru 25 á intensivari deild, harav níggju í respiratori.

Seinasta samdøgrið eru tvey andlát eisini skrásett í sambandi við koronasmittuni, so samlaða talið á skrásettum andlátum nú er 647.

Síðan 27. januar eru 25.594 smittutilburðir skrásettir í Danmark. 6.584 eru smittað í løtuni. Tilsamans hava 3.135 koronasjúklingar verið innlagdir í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder