
Tveir danir eru deyðir fáar dagar eftir, at teir eru koppsettir móti korona.
Tað upplýsa donsku heilivágsmyndugleikarnir, sambært Ritzau tíðindastovuni.
Í báðum førum verður tað mett, at vera lítil møguleiki fyri, at andlátini hava nakað við koppingarevnið at gera.
Vit skrivaðu í gjár um, at tað í Íslandi vóru fýra fólk deyð eftir koronavaksinu og í Noreg var talan um tvey fólk. Eisini í teimum londunum, verður mett at vera lítil møguleiki fyri, at nakar samanhangur er millum andlátini og koppsetingina, men tað skal kannast.
Í øllum førum - eisini í Danmark - er talan um eldri og veikar borgarar.
Ritzau skrivar, at eini persónurin hevði trupla lungnasjúku, og hevði psykiska sjúku og setti seg upp ímóti viðgerð av lungnasjúkuni. Persónurin doyði tá lungnasjúkan versnaði, verður sagt.
Hin persónurin var langt uppi í árunum, og var veikur.
Í Danmark eru fleiri enn 60.000 fólk koppsett og higartil hava tey fingið 79 fráboðanir um hjáárin. Í flestu førum hevði tað ikki nógv uppá seg, og vóru væntað hjáárin.
Les eisini:
Ísland: Fýra fólk deyð aftaná koppseting móti korona
Eisini í Noreg: Kanna um samanhangut er millum andlát og koronakoppseting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald