Uttanlands

Danmark: Um eina viku skulu øll brúka munnbind í bussi og toki

Higartil hevur talan verið um eitt tilmæli, men frá 22. august verður hetta krav, sigur danski forsætisráðharrin, sum ikki vil útiloka, at munnbind eisini fer at vera krav í eitt nú matvøruhandlum

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at munnbind møguliga kunnu gerast krav aðrastaðni í framtíðini (Mynd: EPA)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at munnbind møguliga kunnu gerast krav aðrastaðni í framtíðini (Mynd: EPA)

2020-08-15 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um eina viku verður kravt, at øll yvir 12 ár skulu brúka munnbind, tá tey ferðast við almennum bussum og tokum í Danmark.

Tað upplýsti danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundi í morgun.

Higartil hava myndugleikarnir mælt til, at fólk brúka munnbind í almennu ferðsluni, men frá 22. august verður tað eitt krav.

Mælt hevur verið til, at fólk sum ferðast í meldurtíð brúka munnbind, men nýggja kravið verður galdandi alt samdøgrið.

Hetta hevur longu verið krav í Aarhus, har smittan av álvara ger um seg, og í fimm øðrum kommunum í Eysturjútlandi, men frá komandi leygardegi verður hetta krav í øllum landinum, skrivar Ritzau.

Kravið verður sett í gildi um eina viku, so handlar fáa tíð at bíleggja fleiri munnbind, og so fólk fáa stundir at ogna sær tey.

Mette Frederiksen vil ikki útiloka, at munnbind kann gerast krav aðrastaðni eisini, eitt nú í matvøruhandlum og kommunulæknaviðtalum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder