Innanlands

Danmark: Váðastøði verður koyrt upp á tað hægsta

Bretska úrbregði breiðir seg skjótt, og mett verður at sjúkrahúsini fara skjótt at hava ilt við at standa ímóti trýstinum. Tíðindafundur verður nú klokkan 14, og TV2 skrivar, at kunngjørt eisini verður at bert fimm fara at kunna savnast, og at frástøðan skal vera størri

Statens Serum Institut fylgir smittugongdini í Danmark og kemur við tilráðingunum til viðkomandi myngudleikar. Tað er úrbregði, ið gevur mest høvuðbrýggj í Danmark í løtuni, tí tað smittar so illa

Statens Serum Institut fylgir smittugongdini í Danmark og kemur við tilráðingunum til viðkomandi myngudleikar. Tað er úrbregði, ið gevur mest høvuðbrýggj í Danmark í løtuni, tí tað smittar so illa

2021-01-05 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey nýggjastu koronasmittutølini í Danmark eru ikki ógvuslig í mun til tað, ið hevur verið at sæð í seinastuni. Beint undir 2000 nýggir smittutilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið - 2,7 av kanningunum vóru positivar - 142 fólk afturat eru innløgd - samanlagt eru 22 færri innløgd enn í gjár, og 31 fólk eru deyð við koronavirusinum. 

Sokallað kontaktalið er 1,0. Tað vil siga, at ein sum er smittaður smittar í miðal ein annan persón, ella tíggju fólk smitta tíggju fólk. Tað er 0,2 lægri, enn tað var seinasta týsdag. Tað verður tó mett, at kontakttalið av bretska úrbregðinum er 1,5, og at tað smittar so illa vekir stúran hjá myndugleikunum.

Tað er tøl hjá Statens Serum Institut, ið vísa hetta. Tað er eisini SSI, ið nú viðmælir at bert fimm skulu kunna savnast ístaðin fyri 10, sum talið er nú, at og at frástøðukravið í millum annað matvøruhandlum skal fara frá einum metri upp á tveir metrar. Hetta skrivar TV2.

[object Object]
SSI væntar, at smittutølini fara at vaksa orsakað av úrbregðinum, skrivar Magnus Heunicke á Twitter (Mynd: EPA)

Orsøkin er, at Statens Serum Institut, ið fylgir smittugongdini í Danmark, metir at úrbregði fer at við sær vaksandi tøl og eitt størri trýst á sjúkrahúsverki. SSI boðar frá, at í løtuni eru áleið 800 fólk í Danmark smittaði við "nýggja slagnum" av koronu. Tískil vænta dansku miðlarnir, útfrá notatum og keldum, at váðastøði verður koyrt upp stig fimm. Tað er tað hægsta, og tað merkir, at smittan er av álvara breidd út í samfelagnum, og at vandi er fyri, at trýst verður ov stórt fyri sjúkrahúsini.

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, og Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hava verið á fundi við floksleiðararnar fyrrpartin, og tíðindafundur verður í Statsministeriet klokkan 14 - 15 danska tíð. Tá kann væntast, at millum annað hesar broytingarnar verða avdúkaðar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder