Uttanlands

Danmark: Veljarakanning gevur Vinstra søguliga lága undirtøku

Sambært kanningini hevði flokkurin bert fingið 7,7 prosent av atkvøðunum, um val var í dag, í mun til 13,3 prosent á seinasta fólkatingsvali

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-20 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hevur Vinstra-flokkurin søguliga lága undirtøku. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

Sambært kanningini, hevði Vinstra fingið 7,7 prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval var í dag, og tað er lægsta undirtøkan, sum flokkurin hevur havt, síðan Voxmeter gjørdi fyrstu kanningina í 2001.

Við 7,7 prosent av atkvøðunum hevði flokkurin fingið 14 tingsessir, og tað er ein stór afturgongd í mun til valið í 2022, tá flokkurin fekk 13,3 prosent av atkvøðunum og harvið 23 sessir.

Nógv innanhýsis stríð hevur verið í flokkinum seinastu árini, og hevur tað m.a. havt við sær, at fleiri profilar eru farnir úr flokkinum.

Talan er m.a. um fyrrverandi formann og forsætisráðharra, Lars Løkke Rasmussen, og fyrrverandi útlendingamálaráðharra, Inger Støjberg. Bæði Løkke og Støjberg hava síðani stovnað nýggjan flokk, sum tey nú umboða á fólkatingi.

Eisini Jakob Ellemann-Jensen, sum tók við sum formaður eftir Løkke, legði frá sær og gavst í politikki í fjør.  Síðan november hevur Troels Lund Poulsen verið formaður í flokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder