Danska verjan ger nú enn eitt átak fyri at fáa fleiri ungar grønlendingar til at taka eina útbúgving í hertænastu í Danmark.
Starvafólkatænastan hjá verjumálaráðnum lýsir nú við, at upptøkuroyndir í næstum verða í fýra vestur- og suðurgrønlendskum býum, Aasiaat, Sisimiut, Nuuk og Qaqortoq.
-Tað er mín ábyrgd sum verjumálaráðharri at tryggja, at verjan er best møguliga fyrireikað til komandi avbjóðingar í og við Grønland. At vit í ár hava upptøkuroyndir í fýra býum í Grønlandi er eitt týðandi fet á hesi leið. Til øll grønlendsk ung, sum umhugsa at vera við í hertænasturoyndunum vil eg tí siga: Vit hava brúk fyri tykkum. Tit eru ein týðandi partur í framtíðar samstarvinum um hjáveruna hjá verjuni í Grønlandi fyri at tryggja trygdina hjá Ríkinum, sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri í einum tíðindaskrivi, sambært Sermitsiaq.
Ikki neyðugt hjá grønlendskum ungum yvir 18 ár at gera avtalu innan royndirnar, sum umfata eina IQ-roynd, læknakanning og vegleiðing.
- Nú kunnu grønlendingar á staðnum fáa at vita, um tey eru egnað ella lutvíst egnað til hertænastu. Um tú ert egnað/ur kunnu vit beinanvegin gera eina avtalu um at taka útbúgvingina í Danmark, sigur Denis Rasmussen, ábyrgdarhavari av upptøkuroyndunum, við Sermitsiaq.
Danska verjan hevði í fjør upptøkuroynd í Grønlandi á fyrsta sinni. Tá var hon hildin í einum býi. Í fjør byrjaðu 22 grønlendingar í tænastu í herinum, sjóverjuni og tilbúgvingartænastuni, og vónin er, at áhugin er enn størri í ár, skrivar Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald