Uttanlands

Danmark vil sleppa í ST-trygdarráðið

Fyrrverandi ráðharri hjá Venstre skal arbeiða fyri hesum

Kristian Jensen her saman við føroyska fólkatingsliminum, Sjúrði Skaale

Kristian Jensen her saman við føroyska fólkatingsliminum, Sjúrði Skaale

2021-03-09 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark hevur boðað frá, at landið stillar upp til at fáa ein lim í trygdarráðið hjá ST í 2025-2026. Tað boðar forsætisráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

Seinni í dag fer stjórnin at kunngera uppstillingina, og “serliga umboðið”, sum skal arbeiða fyri at náa hesum máli.

Her verður boðað frá, hvør persónurin er, sum skal arbeiða fyri at Danmark fær umboð í trygdarráðnum.

Tíðindafundurin verður seinnapartin.

Í gjár skrivaðu danskir miðlar, teirra millum Berlingske Tidende, at stjórnin hevur sett fyrrverandi næstformannin í Venstre, Kristian Jensen, at taka sær av hesi uppgávu. Kristian Jensen var eitt skifti uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Lars Løkker Rasmussen. Seinast var hann fíggjarmálaráðharri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder