Uttanlands

Danmark: Yvir 1.000 fólk søkt um endurgjald fyri skaðar orsakað av koronukoppseting

Meginparturin av teimum hevur tó ikki fingið játtað endurgjald, og talið á umsóknum er rættiliga lítið í mun til, hvussu nógv eru vorðin koppsett, sigur stjórin í Patienterstatningen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-13 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hava yvir 1.000 fólk søkt um endurgjald fyri skaðar, sum tey halda koma av koppsetingini fyri koronu.

Tað skrivar Berlingske sambært Ritzau.

Tey flestu umsóknirnar verða tó ikki gingnar á møti, men higartil hava 32 fólk fingið játtað endurgjald frá Patienterststningen.

Karen-Inger Bast, stjóri upplýsir, at tey fáa 10-15 umsóknir hvørja viku, og at málini fylla nógv. Men hon heldur tó, at talan er um fáar umsóknir í mun til talið á koppsetingum, sum eru givnar í Danmark.

Yvir 4,8 milliónir danir hava fingið tilsamans 13,2 milliónir koppsetingar fyri koronu, og tilsamans 1.138 umsóknir eru komnar inn um endurgjald. Av teimum hava uml. 500 fingið noktandi svar, meðan nærum 600 umsóknir enn ikki eru viðgjørdar.

Millum tey 32, sum hava fingið játtað endurgjald, siga tíggju, at tey gjørdust lamin í andlitinum, seks fingu blóðtøpp, og nøkur fingu eisini hjartabruna og nervabruna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder