Uttanlands

Dannebrog heldur ikki við til Grønlands

Enn er ikki staðfest, hví kongaskipið hevði trupulleikar við motorinum, tá tað skuldi sigla til Føroya í farnu viku

Dannebrog er yvir 90 ára gamalt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dannebrog er yvir 90 ára gamalt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-17 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at danska kongaskipið Dannebrog hvørki kemur við drotningini til Føroya ella Grønlands í hesum umfarinum.

Orsøkin til motortrupulleikarnar hjá Dannebrog eru enn ikki greiðar, og tí verður tað verandi í Danmark, skrivar Ritzau.

Tað var farna vikuskiftið, at manningin á skipinum varnaðist, at har vóru trupulleikar við motorinum. Skipið hevur síðani ligið í Frederikshavn, har fleiri teknikarar hava kannað skipið. Eisini hevur ein royndarsigling verið, og hóast hon eydnaðist væl, er í dag boðað frá, at skipið ikki fer við til Grønlands, av tí at tað framvegis er ógreitt, hví skipið hevði trupulleikar við motorinum.

Margretha drotning kom til Føroya við flogfari hósdagin, og her verður hon verandi til mánadagin. Síðani hevur hon nakrar dagar heima í Danmark, áðrenn hon fer til Grønlands 24. juli, har hon skal vera til 5. august.

At kongaskipið ikki er tøkt hevur tó lítlan týdning fyri ferðini til Føroya og Grønlands. Drotningin siglir nevniliga ongantíð allan túrin við skipinum, tá hon skal á slíkar almennar vitjanir. Í staðin fer hon við flogfari, og síðani tekur hon tað síðsta pettið við skipinum, tá tað siglir inn á havnina.

Tað hevur ikki verið siðvenja hjá teimum kongaligu at sigla allan túrin við Kongaskipinum, síðan Fríðrikur 9. var kongur í tíðarskeiðnum 1947 til 1972.

Núverandi kongaskipið, Dannebrog er meira enn 90 ára gamalt.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder