Í komandi viku kemur Margreta drotning til Føroya fyri fyrstu ferð síðan 2016, og fyrradagin fór kongaskipið Dannebrog av havnini í súðurjútska býnum Sønderborg, og er ætlanin, at tað skuldi koma til Føroya 14. juli.
Men seinnapartin í gjár, eitt sindur meira enn eitt samdøgur eftir, at tað var farið av havnini, vendi skipið við aftur.
Sambært B.T. er danska verjan við hjálp frá einum sleipibáti í ferð við at flyta kongaskipið til Frederikshavn.
Orsøkin er eitt tekniskt brek, sum skal kannast nærri, verður sagt, og hvørki Margreta drotning ella onnur úr kongshúsinum eru umborð á skipinum í løtuni.
Kongshúsið boðar tó frá, at føroyavitjanin hjá drotningini framvegis verður sum ætlað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald