2019-12-11 21:31
Í Føroyum kenna vit hann sum forsangaran í Danny & the Veetos, og seinastu tíðina hevur hann eisini framført landaplágur saman við Inga Poulsen. Men nú hevur hann gjørt um seg í Týsklandi.
Danny Baldursson vann í gjárkvøldið German Songwriting Awards við sanginum “Holy”.
Við hjálp frá Hans Marius Ziska og Esben Svane er sangurin gjørdur, og við fyrsta plássinum í gjár hevur Danny vunnið sær pláss til MUSEXPO í Los Angeles, sum kann føra við sær sáttmálar og samband við stór útgávufeløg.
Hetta verður í mars næsta ár.
Sangurin Holy varð skrivaður í Berlin í juni, og varð framførdur til kappingina í týska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald