Nú eru nøkur á liðin síðan, at flestu menn í bólkinum Danny & The Veetos hava samlast fyri at framføra teirra løg, sum fólk elska at syngja við til.
Okkara Land, sum er tann nýggi ”syng-við” festivalurin, sum fyri fyrstu ferð fer av bakkastokki 1. juni á tí stóra parkeringsplássinum uttanfyri Skúlaheiminum á Marknagili í Tórshavn, hava boðað frá, at Danny & The Veetos gera comback á pallinum hendan summardag.
Danny & The Veetos hava hittað við løgum sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Stúr Ei meir” og fleiri onnur. Teir hava framført á nógvum tónleikatiltøkum gjøgnum árini, har teir altíð hava megnað at fáa fjøldina at svinga og syngja við.
Nú hava føroyingar so aftur møguleika at uppliva Danny & The Veetos 1. juni til Okkara Land festivalin í Tórshavn, saman við nógvum øðrum nøvnum. Millum annað kunnu nevnast Týr, Tinganest, Exit Light, Herborg, Hitmen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Anfinn Nielsen úr Anfinn og co., Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Sway, Bjarka Hansen, Dánjal Gomez, Kára Fossdalsá o.s.fr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald