Innanlands

Dansarar til móttøku í Móttøkuhúsinum

Havleikur endar í kvøld við galladøgverða og dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi, og í morgun vóru umboð fyri øll londini boðin til móttøku í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu

2022-07-16 14:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Stóra dansistevnan Havleikur 2022 endar í kvøld við galladøgverða og dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í morgun vóru umboð fyri øll londini boðin til móttøku í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu.

Tað er Sláið Ring, sum skipar fyri sera umfatandi stevnuni. Í morgun møttu so umboð fyri øll luttakandi londini til eina hugnaliga móttøku hjá borgarstjóranum.

Umboð fyri londini handaðu borgarstjóranum minnisgávur, áðrenn tey spjaddust og fóru útaftur at hava dansiframførslur í Havn, m.a. á røktarheimunum.

Í Móttøkuhúsinum fingu tey so eisini høvið til at síggja stóra listasavnið, sum umboðar list úr øllum londunum, sum luttaka á dansistevnuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder