Innanlands

Dansiskeið í Gulu Smiðju næstu mánaðirnar

Frá 30. august til 2. november verða dansiskeið í ymiskum aldursbólkum. Ludvík Heðinsson er undirvísari

2023-08-28 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin 30. august til 2. november verður Gula Smiðja í Runavík karmur um dansiverkstovur í øllum aldri.

Dansiskeiðini eru í ymiskum aldursbólkum, og dansað verður mikudag seinnapart til á kvøldi.

Skeiðini eru fyri óroynd sum royndar dansarar.

- Dansurin er góður fyri heilsuna og kemur, at læra nýggj at kenna sum eisini hava áhuga í dansi, sigur Ludvík Heðinsson, sum er undirvísari á skeiðunum.

Kostnaðurin fyri hvønn persón er 750 krónur fyri alt tíðarskeiðið.

5-7 ár Hiphop 14:30 - 15:15
7-9 ár  Hiphop 15:15 - 16:00
10-13 ár Hiphop og aðrir stílar 16:00 - 17:00
14-22 ár Ymiskir dansistílar 17:00 - 18:15.
25-29 ár Hiphop 18:15 - 19:00
30+ Hiphop 19:30 - 20:30

Eisini ber til at koma tá tað passar tær best. Tað vil siga eitt nú eina ella tvær ferðir. Tá er kostnaðurin 150 krónur hvørja ferð.

Tilmelding fer fram á [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder